Áheitan um at rudda havnalagið á Eiði

Kommunan fer í næstum at eyðmerkja og taka myndir av óruddi á havnalagnum á Eiði. Hesar myndir verða almannakunngjørdar komandi dagarnar.

Kommunan heitir á øll sum hava nakað standandi økinum, sum víst á myndunum, um at flyta tað burtur skjótast gjørligt, og í seinasta lagið 7. juni 2024.

Eftir 7. juni verður tað burturbeint, fyri eigarans rokning.