Ársroknskapurin fyri 2023 einmælt samtyktur

Mikukvøldið 29. mai samtykti bygdaráðið í Eiðis kommunu einmælt ársroknskapin fyri 2023 á almennum bygdaráðsfundi, ið var hildin í Kolshøll.

Samlaðu inntøkurnar í 2023 vóru 38,2 mió. kr. Hetta var 617 t.kr. hægri enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2023.

Rakstrarútreiðslurnar í 2023 vóru 33,6 mió. kr. Samanborið við fíggjarætlanina fyri 2023 var hetta 421 t. kr. hægri.

Í 2023 gjørdi Eiðis kommunu íløgur fyri 6,7 mió. kr. Løgukarmurin í fíggjarætlanini fyri 2023 var 7,1 mió. kr. Størsti parturin av íløgunum er brúkt uppá Eiðis havn, kirkjugarðin og innkomu vegin til Eiði

RLÚ vísir eitt negativt úrslit uppá 2.135 t. kr, í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einum negativum RLÚ á 2.700 t. kr, talan er tískil um eitt positivt frávik á RLÚ á samlað 565 t.kr í mun til fíggjarætlanina.

Langfreistað skuld var 5,1 mió. kr. við árslok.

Nettoskuldin við árslok 2023 er á -1,436 t. kr. í mun til eina nettoogn á 698 t. kr. við árslok 2022.

Ársroknskapurin kann lesast her.