
Bindiklubbur á Látrinum
26. mars 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Hóskvøldið 14. mars var skipað fyri bindiklubba í Látralonini. Stokkarnir glintaðu og prátið gekk týtt millum luttakararnar, nú bindast skuldi mangt og hvat afturvið einum góðum kaffimunni.
Sambært fyriskiparunum var talan um eitt sera væleydnað tiltak í hugnaligu hølunum á Látrinum, har láturin rungaði og søgur vóru sagdar um tiltiknu “kurvaballini”, sum javnan vóru á skránni fyrr.
Tiltakið er ein liður í ABC fyri sálarheilsu, ið Fólkaheilsuráðið skipar fyri, og ætlanin er at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak.