Frítíð og mentan

Í Eiðis kommunu er eitt ríkt mentanarlív.

Kirkja og samkomuhús verða væl vitjaði og tað sama er galdandi fyri tey tiltøk, sum samkomurnar skipa fyri uttanfyri vanligu karmarnar, so sum legur, útferðir og annað.

Í EB og EB/Streymi eru hundrandavís av børnum og vaksnum virkin í ymiskum ítróttagreinum. Um summari er tað serliga fótbóltur á skránni, og hesin hevur fingið góðar karmar við fótbóltsvøllinum í Hólmanum. Um veturin er nógvur hondbóltur, men eisini aðrar ítróttargreinar so sum innandurða fótbóltur og badminton verða dúgliga íðkaðar í ítróttarhøllini.

Musikskúlin er eisini virkin og hesin hevur fingið góðar umstøður við mentanarhøllini í gomlu fimleikarhøllini.

Seinnu árini hevur Heystfagnaðurin – “Føroya bygdasligasta tiltak” – eisini verið fastur táttur, og hevur hesin fingið góða undirtøku hjá bæði bygdarfólki og avbygdafólki.