Tiltak: Kierkegaard í Kolshøll

Byrjar: Týs. 9. apríl 2024 – kl. 20:00

Endar: Týs. 9. apríl 2024 – kl. 21:00

Stað: Kolshøll

Slag av tiltaki: Alment tiltak


Lýsing:

Týskvøldið 9. apríl klokkan 20.00 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur, fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanin av hansara heimspeki.

Fyrilesturin fer afturum nøkur av teimum mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.

Jákup Bogi Joensen hevur skrivað serritgerð á Aalborg Universiteti um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, ella “fortvivlelse”.

Eftir fyrilesturin verður høvið at seta spurningar.