Fíggjarætlanin fyri 2024 samtykt

Á bygdaráðsfundinum mánakvøldið 27. nov, samtykti Eiðis kommunustýri fíggjarætlanina fyri 2024.

Kommunuskattaprosentið er óbroytt 18,75 og barnafrádrátturin er óbroyttur kr. 8.000.

Eiðis kommuna hevur lægsta kommunuskattaprosent í miðstaðar økinum.

 

Dagstovnagjøldini verða óbroytt, triðja barnið er ókeypis.

Skipanin við Frítíðarkortinum á kr. 2000 fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár heldur fram.

 

Høvuðstøl í fíggjarætlanini

Skattainntøkurnar eru mettar at verða til 28,9 mio.kr. Eftirlønarskattur er mettur til 7,1 mio.kr. DIS,FAS og aðrir frádráttir verða 1,2 mio.kr, partafelagsskatturin er mettur til 0,8 mio.kr.

Inntøkurnar eru 38,7 mio.kr og rakstrarútreiðslurnar eru 34,8 mio.kr. Avlopið av rakstrinum er 3.9 mio.kr.

Íløgur verða gjørdar fyri 6,9 mio.kr í 2024 og verða hesar fíggjaðar við rakstraravlopi.

 

Íløgur sum eru settar í gongd í 2023 eru, nýggjar bátabrúgvar á Eiði, fríðka um í kirkjugarðinum, gera gomlu læknahúsini um til kommunuskrivstovu og nýggjan innkomuveg til Eiðis.

Íløgur sum verða gjørdar í 2024 eru, gera innkomuvegin lidnan, gera kommunuskrivstovununa lidna, gera spælipláss í kommunini og keypa nýggjan sløkkiliðsbil.

 

Rakstur 2024

·         1 Kommunal fyrisiting    kr. 3.209.000

·         2 Almanna og heilsumál kr. 11.951.000

·         3 Børn og ung                    kr. 8.054.000

·         4 Undirvísing                      kr. 3.620.000

·         5 Mentan og frítíð              kr. 3.330.000

·         6 Tekninsk mál                   kr. 2.219.000

·         7 Kommunal virki              kr. 1.987.000

·         20 Rentur                            kr.    480.000


Samla rakstur   
                          kr. 34.850.000

 

20 Inntøkur                                   kr.  38.750.000

 

Úrslit áðrenn íløgur                   kr. 3.900.000

 

 

 

Íløgur 2024

·         1 Kommunal fyrisiting                   kr. 1.500.000

·         2 Almanna og heilsumál                kr. 0

·         3 Børn og ung                                   kr. 0

·         4 Undirvísing                                    kr. 0

·         5 Mentan og frítíð                            kr. 800.000

·         6 Teknisk mál                                    kr. 2.600.000

·         7 Kommunal virki                             kr. 2.000.000

Samla íløgur                                                 kr. 6.900.000

 

Úrslit aftaná íløgur                          kr. – 3.000.000

 

Íløgurnar á 6,9 mio.kr verða fíggjaðar við rakstaravlopi og tøkum peningini.