Flaggdagshald 2023: Frásøgn og myndir

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Í ár eru 82 ár liðin síðani fyrsta flaggdagshald var á Eiði. Tað var 25. apríl í 1941, at eiðisfólk savnaðust fyri at hátíðarhalda føroyska flaggið, sum árið frammanundan varð alment viðurkent av bretsku stjórnini.

Sum vant var tað Eiðis bóltfelag, sum skipaði fyri flaggdagshaldinum í ár. Skrúðgongan byrjaði niðri í vakra umhvørvinum í Múlavík.

Leiðin gekk úr Múlavík og heim í bygdina, niðan Brekkuveg og runt um sving, sum tað verður rópt. Skrúðgongan endaði niðri í Hólmanum, har fleiri bygdafólk vóru komin saman.

Sum siður er á flaggdegnum varð “Sjá tú blánar” sungin. Sangurin, sum so vakurt lýsir føroyska flaggið.

Í ár var tað Magna Eliana Mørkøre, sum helt flaggdagsrøðuna. Hon greiddi m.a. frá um tey eiðisfólk, sum hava umboða føroyska flaggið í altjóða høpi. Eftir væl frágingnu røðuna, sum kann lesast her, var tjóðsangurin sungin. Eiðis ljómfelag spældi undir til sangirnar.

Aftaná flaggdagshaldið var møguleiki at fáa sær kaffi og vaflur í Hólmahúsinum, og kom hetta helst væl við í kuldanum. Eisini bar til at keypa lutaseðlar til tombola.

Takk til Eiðis bóltfelag fyri enn ein góðan flaggdag.

 

Myndasavn