Frá áhugamáli til vinnuveg

Á keiøkinum á Eiði vera allir bygningar brúktir til vinnulig endamál. Sonevnda “Grønasmiða” er einki undantak. Her hava Rúni Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway partvís sína dagligu gongd. Saman reka teir nýstovnaðu bátasmiðjuna “Brim Boats”. Tá ið eg steig innum gátt í smíðuni, varð eg møttur við einum vørubili, sum týðiliga er undir umvæling. Hesa støðu venda vit aftur til seinni. Lat okkum fyrst kaga eitt vet niður í søgubøkurnar, viðvíkjandi bátabygging á Eiði.

Ein varði innan bátasmið

Tosar man um bátasmið á Eiði, kemur helst eitt navn fram fyri tykkum:

Símun Jóhan Wolles.

Símun Jóhan varð borin í heim í 1933 og vaks upp á Eiði, hjá fastur sínari Oluffu og manni hennara Jóhannes Miklagarð, ið var bátasmiður í bygdini. Tað var hjá honum, at Símun Jóhan lærdi til bátasmið. Á verkstaðið sínum í Mizpa kjallarinum, smíðaði Símun Jóhan Wolles fleiri hundrað bátar.
Í sjónvarpssamrøðu frá 1987, greiðir hann frá, at hann oftast smíðaði áttamannafør. Eisini greiðir hann frá amboðunum, sum hann nýtti. Flestu amboðini fekk hann frá Jóhannesi Miklagarð.

Sjálvur minnist eg best Símun Jóhan sum ein blíðan eldri harra, ið hevði arbeitt fyri seg. Eftir at eg leitaði fram tilfar um hann á alnótini, má eg ásanna, at hann var ein varði innan bátasmið og tænti hann yrki sínum sum fáur annar. Ein farin bygdarmynd, og ein týdningarmikil lutur í lokalsøguni.

 

Nógv arbeiði skal til

Í smiðuni er køli og nakað myrkt. Til vinstru frá inngongdini, stendur ein hvítur vørubilur til umvælingar. Hetta var ikki tað, ið eg hevði ímyndað mær, meðan eg gekk omaneftir úr skrivstovuni, hendan kaldliga november dagin.

Sum eg práti við teir báðar, Rúna Lobo Festirstein og Benjamin David Holloway, kemur fram at bilurin er ein verkætlan hjá teimum. Í gerandisdegnum arbeiða teir mest við rørlegging – millum annað hava teir verið umborð á Gøtunes og Jákup Sverra. Tað eru kvøldini og vikuskiftini, sum fara við bátasmíð. Annars fáast teir við annað fyrifallandi arbeiði, sum t.d. hendan bilin.

Tað var í mars í ár, at teir fingu sligið høvdini saman, og settu felagið á stovn. Fyrsta prototypan er klár: Ein skjóttgangandi bátur úr HDPE, ella High-Density Polyethylene, ið er eitt sterkt og tætt slag av plasti.


Her sæst prototypan til royndarsigling

Spurdir hvat skal til fyri at stovna egna fyritøku, svara teir soleiðis:

– Fyrst og fremst skal stórur áhugi til. Ein skal duga at hugsa sjálvstøðugt, harumframt at ein skal vera sinnaður at loysa allar møguligar trupulleikar. Einki gongur altíð eftir ætlan. Hetta krevur bæði nógva tíð og fígging. Vit hava arbeitt frá klokkan átta á morgni til miðnátt, mest sum hvønn dag, so nú kunnu vit vátta, at tað skal nógv og tungt arbeiði til. Ongir pengar koma inn meðan vit arbeiða uppá bátin, og tí eru vit enn noyddir at arbeiða um dagin, fyri at halda fyritøkuni koyrandi.

 

Nógvir møguligir kundar

Tað gongur væl hjá fyritøkuni. Hóast stutt fráliðið er síðan stovnseting, er longu nógvur áhugi uttanifrá. Afturat teimum báðum, telur toymið eisini ein danskan sniðgeva nevndur Christoffer Kronholm. Eisini er áhugi frá fleiri møguligum kundum.

 Christoffer rekur egna sniðgevingarfyritøku, og hann er altíð til reiðar at tekna fyri okkum og geva okkum góð ráð.

– Tá tosað verður um kundar, kann nevnast, at vit hava fingið nógvar áheitanir úr eitt nú USA, har spurt verður eftir um og nær vit fara at selja bátar tann vegin.
Tað eru mest fyritøkur, sum venda sær til okkum. Bátarnir eru dýrir at gera, og tað eru neyvan vanlig fólk sum keypa slíkar bátar. Hetta slagið av báti er lætt at viðlíkahalda. Teir tola nógv av og ikki er neyðugt at vaska teir javnan. Eisini kunnu teir brúkast til fleiri endamál.

– Afturat hesum áheitanum hevur ein vinnulívsmaður úr Dubai sett seg í samband við okkum, við tí fyri eyga, at seta á stovn eina fyritøku har yviri. Hann vendir sær ofta til okkara, og eftir øllum at døma meinar hann tað í álvara, so tað verður spennandi.

Stórur áhugi fyri bátinum

Miðskeiðis undir samrøðuni, vera vit avbrotnir av tveimum harrum frá løgregluni, sum høvdu fyri eyga at síggja bátin. Hetta leiðir okkum víðari til áhugan fyri bátinum sum heild.

Fólk eru spent uppá hesa verkætlanina hjá okkum. Báturin er klárur at nýta, og øll, ið síggja hann og royna hann, eru púra vekk í honum. Hetta gevur okkum sjálvandi blóð upp á tonnina – tað er tað besta við hesum yrkinum. Vit settu okkum fyri at fáa bátin út ein mánadag, men tað av tí at tað komu seinkingar, vóru vit noyddir at arbeiða 36 tímar út í eitt. Tá ið vit so endiliga fingu bátin út týsmorgunin, stóðu vit við eini serstakliga góðari kenslu.

Samrøðan gongur væl, og eg kann ikki annað enn at hava virðing fyri hesum monnum, sum hava sett sær stór mál, og vilja sjálvir vera við, at teir eru sera framkomnir, tá ið tað kemur til framleiðslu av hesum sonevndu HDPE-bátunum. Málið fyri fyritøkuna siga teir fyrst og fremst vera, at gera hetta til fulltíðarstarv. Hóast teir enn eru noyddir at arbeiða fulla tíð, hava teir altíð Brim Boats fremst í huganum, og tað sæst á teimum, at teir eru spentir og klárir til komandi uppgávur. Tá hugsað verður um allan áhugan, bæði innan- og uttanlands, munnu teir báðir ikki vera langt frá málið teirra.

Brim Boats eru at hitta á tlf. 727700 og á Instagram vanganum “brimboats”.

 

 

 

Martin Kristoffur Kristiansen.