Frásøgn frá fyrilestrinum um Kierkegaard

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Týskvøldið 9. apríl varð skipað fyri fyrilestri í Kolshøll um danska filosoffin, Søren Kierkegaard. Vit venda aftur til fyrilesturin seinni í greinini. Fyrst spola vit tíðina aftur til Keypmannahavn í 19. øld.

Um Kierkegaard og hansara filosofisku hugsanir

Søren Aabye Kierkegaard varð borin í heim 5. mai 1813. Í sínum 42 árum á fold, skuldi Keypmannahavnarbúgvin vísa seg, at hava stóra ávirkan á umheimin við sínum hugsanum og samfelagskritikki. Kierkegaard verður sæddur sum undanmaður innanfyri tilverustevnuna. Tað, sum á altjóða máli verður rópt eksistentialisma. Eksistentialisman tekur støði í lívinum og setur spurningar við endamál og týdning tess.

Kierkegaard var kristin maður, men fanst at donsku fólkakirkjuni og arbeiðshátti teirra. Pápi hansara vildi hava hann at lesa til prest, og Kierkegaard las eisini gudfrøði, men eftir at hava fingið hetta prógv valdi hann, at ganga filosofisku leiðina.

Fyrilesturin

Við hesum í huga venda vit nú aftur til hetta týskvøldið í Kolshøll. Klokkan var nakað yvir 20:00 tá fyrilesturin byrjaði. Fyrilesturhaldarin, Jákup Bogi Joensen, vísti á, at Søren Kierkegaard fekst nógv við kristindóm, men hesin fyrilesturin fekst mest við filosofisku hugsanir Kierkegaards.

Nakað av tí, sum fyrilesturin kom inn á, var hugtakið, sum Kierkegaard rópti “fortvivlelse”. Á føroyskum kann hetta umsetast til vónloysi ella misvóning. Kierkegaard sigur, at tað at kenna misvóning er ein avleiðing av, at einstaklingurin ikki finnur seg sjálvan. Tað er ein sjúka í “selvet” og í sálini.

Orsøkin til hesa støðu er, sambært Kierkegaard, ein av trimum:

– Einstaklingurin hevur ikki eina fatan av sær sjálvum. (Fylgir bara streyminum og ger sum onnur)

– Einstaklingurin vil ikki kennast við seg sjálvan (Velur at flýggja undan sínum kenslum)

– Einstaklingurin stendur so fast við seg sjálvan, at tað verður sjúkligt.

Fyrilesturin kom eisini inná hugtaki angist. Søren Kierkegaard viðgerð hetta evnið í bók sínari “Begrebet Angest”, sum kom út í 1844. Hann skrivar:

– Hvat er angist? Tað er einki. Men hvørja ávirkan hevur einki? Tað føðir angist.

– Angist liggur í møguleikunum. Hetta tí, at møguleikar føra til valmøguleikar hjá tí einstaka, hvørs avleiðingar liggja í framtíðini, sum enn ikki er veruleiki. Altso er tað einki.

– Angist kemur fram, tá menniskjan gerst varug við sítt persónliga frælsi. Tískil er angist ikki ein sjúka, men eitt grundkor í tilveruni.

Hóast Kierkegaard andaðist í 1855, so kunnu vit í nútímans samfelag kenna okkum aftur í verkum hansara.

Eftir áleið ein tíma var fyrilesturin um hendan forkunnuga danan liðugur, og eftir at summi høvdu práta við fyrilesturhaldaran, fór fjøldin so smátt til hús, hvør í sínum lagið, helst við nógvum áhugaverdum spurningum og tonkum innantanna.

Myndasavn