Frásøgn frá íverksetarakvøldinum í Kolshøll
31. januar 2023
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen
Týskvøldið 10. januar var forkunnugt tiltak á skránni í Kolshøll. Talan var um eitt íverksetarakvøld, har luttakarar fingu møguleika at hoyra frásagnir frá kendum fyritøkum og fingu somuleiðis møguleika at læra um nýggjar fyritøkur.
Á skránni vóru fyrilestrar frá eitt nú Eiði Camping og frá nýggju fyritøkuni Explore Eidi. Íverksetarahúsið greiddi teimum umleið 50 luttakarunum frá møguleikunum við hópfígging. Íverksetarahúsið legði eisini luttakarunum lag á í sambandi við at stovna egna fyritøku.
Fyriskipararnir eru sera væl nøgdir við tiltakið. Teir halda, at fleiri fólk fingu íblástur, og at tey samstunds fingu gongd á síni hugskot.