Frítíðarkortið 2021

Við hesum verður boðað frá, at frítíðarkortini fyri 2021 kunnu heintast á kommunuskrivstovuni, mánadag til hósdag millum klokkan 09.00 og 15.00.

Øll børnini í árgangi 2004 til og við árg 2015 fáa sokallað frítíðarkort frá Eiðis kommunu.

Kortið hevur eitt “virði” á kr. 2.000,00 og kann bert brúkast í 2021.

Kortið í sær sjálvum skal ikki brúkast, tá gjalding ella tilmelding er á skránni.

Tilmelding til frítíðarvirksemi fer fram á tann hátt, at heitt verður á avvarandi felag, um at seta seg í samband við Eiðis kommunu. Felagið skal upplýsa kommununi fult navn og føði dato.

Eru ivamál ella spurningar kann ringjast á tel.200400 ella skrivast til eidi@eidi.fo.

 

Mest spurdu spurningar:

Kann frítíðarkortið brúkast til musikskúlan: JA

Kann eg brúka mítt frítíðarkort at gjalda fyri onnur enn meg sjálva/n: NEI

Kann frítíðarkortið brúkast til frítíðarvirksemi uttan fyri Eiðis kommunu: JA