Fyrstuhjálparskeið í Hólmanum
8. apríl 2021
Eiðis kommuna skipar fyri fyrstuhjálparskeiði í Hólmahúsinum, mánadagin 19. apríl, frá kl. 17.00 til kl. 21.00. Tórgerð Jallgrímsdóttir kemur at hava skeiðið.
Á hesum skeiðinum lærir tú millum annað:
• Hjarta-lunga-bjarging
• Brúk av AED (hjartastartara)
• Tey fýra høvuðspunktini
• Burturbeining av fremmanda likami
Luttakararnir fáa prógv frá altjóða góðkendum instruktørum í fyrstuhjálp.
Tilmelding til skeiðið fer fram við at rinda kr. 100 á kontonummar 6460-156.081.8. Viðmerkið navn, tá flutt verður. Eisini er møguligt at melda til á kommunuskrivstovuni. Pláss eru fyri 16 luttakarum á skeiðinum. Seinasta freist at melda seg til skeiðið er fríggjadagin 16. apríl.