Havleikur 2022 – útlendskir gestir vitja á Eiði

Í døgunum 12. – 17. juli 2022 verður norðurlendsk fólkadansarastevna hildin í Føroyum.

Stevnan er ein mentanarstevna har endamálið m.a. er at vekja áhugan fyri fólkadansinum, at menna hann og geva hann víðari til yngru ættarliðini.

Eisini er ætlanin, at gestirnir skulu fáa kunning um landið og fólkið her býr.

Í hesum sambandi far dansifelagið á Látrinum útlendskar gestir 14 juli, gestirnir eru 42 úr talið og koma úr Finnlandi og Grønlandi.

Seinapartin er ætlanin at gestirnir fara at vísa fram siðbundnu dansir sínar. Hetta verður uttanfyri Hólmahúsið um veðrið loyvir tí. Meira kunning verður um hetta seinni.