Hundaposar uppsettir

Eiðis kommuna hevur sett upp hundaposa útbýtarar kring Eiðis bygd.
Hetta við tí fyri eyga, at gera tað lættari hjá hundaeigarum at taka upp eftir hundunum.

Tilsamans eru tríggir útbýtarar uppsettir ymsastaðni í bygdini.

Við hesum, vil Eiðis kommuna eisini koma við eini áheitan til allar hundaeigarar, um at hava hundarnar í bandi og taka upp eftir teimum.