Jólatræið tendrar mánadagin klokkan 18:00

Jólatræið í Eiðis kommunu verður tendrað mánadagin klokkan 18:00 og ikki sunnudagin 1. desember sum áður lýst.
Fríða Jóinsdóttir Joensen, forkvinnan í Trivaðarnevndini, bjóðar vælkomin.

Hildibjarta Jacobsen sigur søgu. Eiðis Ljómfelag spæla nøkur jólaløg.

Jólamennirnir koma við pakkum til børnini, og aftaná verður boðið til kakao og bollar uttanfyri Látri.

Eisini verður skipa fyri jólasølu á Látrinum við jólaligum og heimagjørdum vørum.