Kvøða til Sunda kommunu

Farna vikuskifti hildu tey í Sunda kommunu 20 ára stovningardag. Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja grannum okkara hjartaliga tillukku við runda degnum, við vón um framhaldandi gott samstarv.

Borgarstjórin ber Sunda kommunu hesa kvøðu:

“Gott samstarv og góðir grannar er eingin sjálvfylgja.

Í eini tíð har grannatjóðir kríggjast og heimsins tíðindir meiri ella minni alla tíðina snúgva seg um neyð og elendigheit, so er umráðandi at minnast til at gleðast. Vit hava jú sanniliga nógv at gleðast um.

Sum borgarar í Føroyum kunnu vit gleðast um okkara ríkidømi, trygdina í landinum, at vit liva í einum vælferðarsamfelg. Sum borgarar í kommunum, kunnu vit gleðast um væl riknar og útbygdar kommunur, góðar umstøður, reint vatn og mangt, mangt annað.

Eitt sum vit ikki ofta geva okkum far um, er at gleðast um okkara grannar.

Okkara grannar fyri sunnan hava seinastu tíðina hátíðarhildið 20 ára dagin hjá Sunda kommunu.

Rithøvundurin og prædikumaðurin Gilbert Chesterton segði einaferð nakað soleiðis:

“Vit velja okkara vinir og vit velja okkara fíggindar, men várharra velur okkara grannar.”

Í míni tíð sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, havi eg havt tann stóra framíhjárætt, at samstarva við ógvuliga dugnaligar og góðar politikkarar í Sunda kommunu.

Hóast ósemjur ofta hava stungið seg upp millum kommunurnar, so er eingin ivi um at virðingin fyri hvør øðrum og fatanin av at vit eru vinir heldur enn fíggindar altíð hevur skinið í gjøgnum.

Eg skal vegna Eiðis kommunu takka fyri gott samstarv og ynskja tykkum hjartaliga til lukku við stóra degnum.”