Leiguveltir í Eiðis kommunu
23. mai 2022
Allir borgarar í Eiðis kommunu fáa nú møguleika at velta eitt leigað lendi.
Eiðis kommuna eigur nakað av lendi, sum kommunan ikki brúkar. ætlanin er at partur av hesum lendi, skal gagna borgarunum í kommununi. Talan er um leiguveltir Uppi á Grind og í Svínáum. Fá nærri boð við at lesa upprunaligu greinina her.
Ein velta kann leigast fyri hvørt húski. Um áhugi er fyri hesum, kunnu tit seta tykkum í samband við Eiðis kommunu á telefon 200400. Til ber eisini at skráseta seg á skrivstovuni.
Eiðis kommuna