Næmingaráðið fyri Eiðis skúla á ráðstevnu

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Mikumorgunin 20. november gekk leiðin hjá næmingaráðnum fyri Eiðis skúla til Havnar, har Norðurlandahúsið var karmur um eina ráðstevnu. Hendan ráðstevnan snúði seg um barnarættindi og høvuðsevnið var grein 12 í barnarættindasáttmálanum: Virðing fyri meiningum hjá børnum. 

Hetta tiltak er eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Undirvísingarstýrið, Nám, Barnabata og Norðurlandahúsið. Til tiltakið eru tríggjar verkstovur á 30. minuttir hvør og tær vera lýstar soleiðis:

Verkstova #1: Tað góða heimalívið

Børnini fáa høvi á ein kreativan hátt, við collage og útklipp, at seta saman myndir ella tekst, har tey útrykkja síni sjónarmið um tað góða barnalívið heima.

Verkstova #2: Tað góða stovns- og skúlalívið

Børnini fáa høvi at arbeiða við og seta orð á, nær og hvar vit hava rætt ella høvi at koma við okkara sjónarmiðum, og hvør hevur rætt og høvi at ávirka og bestemma.

Verkstova #3: Eg havi eina rødd

Gjøgnum tónleik, rútmu og rørslu royna børnini, hvat tað vil siga at úttrykkja seg og at eiga eina rødd. Installasjónir: Tað góða frítíðarlívið Afturat verkstovunum vera nakrar installasjónir í forhøllini, sum eru tøkar til børnini at royna gjøgnum allan dagin, har tey skulu lýsa og seta orð á, hvussu tað góða barnalívið sær út í frítíðini.

Næmingaráðið fyri Eiðis skúla (Frá vinstru) eru hesi: Eirikur Sigurðsson Hammer, Sirið Andrassardóttir Mørkøre, Rólant Lobo Festirstein og Liam Eyðfinnsson Joensen.