Nýggir tónar í Mentanarhøllini á Eiði

 

Nýggir tónar í Mentunarhøllini á Eiði

Fríggjakvøldið kl. 18 verður konsert í Mentunarhøllini á Eiði tá spildur nýggja rokk orkestri “Sunda Rokk” fara at spæla.

Tað eru ungdómar av Eiði og Hvalvík sum spæla, har Pauli Poulsen og Ann-Kirstin Hansen hava lagt teimum lag á.

Blásarar og trummur frá Nes sóknar musikkskúla og Norðljómi manna eitt orkestur saman við Eiðis ljómfelag, tey spæla Thriller hjá Michael Jackson, Beatles og filmslagi Cost-Busters.

Eiðis ljómfelag fara at royna nýggja búnan bæði fyri eygu og oyru. Tey spæla New orleans løg so sum “Old rugged cross” og “Just a closer walk with thee”

Nýtt orkestur úr Nes sókn við blásarum og rýtmubólki spæla marsj og blues.

Øll er vælkomin at lurta fríggjakvøld kl. 18 í Mentunarhøllini á Eiði,  tað verður ein fjølltáttaða konsert