Nýggjur bygningur fer at savna borgarar í øllum aldri í Eiðis kommunu

Verkætlanin, sum hevur verið gjølla fyrireikað, fer at avloysa Eiðisstovu, frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Harafturat verður bygningurin ein miðdepil fyri trivnaði, samveru og frítíðarvirksemi – tó uttan at tað ávirkar skattaprosentið.

Tíðindaskriv

Á økinum norðanfyri fótbóltsvøllin, tætt við Korndalsgarð og Hólmahúsið, verður ein nýggjur og nútímans bygningur bygdur.

Nýggja húsið verður í tveimum hæddum á umleið 450 fermetrar hvør hæddin. Tað verður hitað við grønari orkuskipan og er mett at kosta umleið 20 milliónir. Fíggingin er fingin til vega – uttan at tað ávirkar skattaprosentið ella barnafrádráttin.

Eldru borgararnir, sum í dag halda til í Eiðisstovu, fara at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum.

Frítíðarskúlin fær nýggj hølir við góðum umstøðum og verður framtíðartryggjaður til 60 børn.

Og ungdómurin fær eitt hús, sum bjóðar nýggjar møguleikar innan eitt nú tónleik, miðling, list, verkstað, hondarbeiði og mangt annað.

Húsið er ætlað sum eitt stað, har tey ungu saman við teimum eldru, sjálvi eru við til at skapa og menna felagsskapin – og soleiðis styrkja sjálvsálitið og virkishugin.

Hetta verður ein miðdepil fyri trivnaði, samveru og frítíðarvirksemi hjá øllum bygdarfólkinum – og verkætlanin er gjølla fyrireikað. Bygginevndin hevur verið runt í øðrum kommunum og hevur hugt at líknandi tilboðum. Síðani 2021 hava vit arbeitt saman við øllum avvarðandi fakbólkum, og nú fegnast vit um hesa nýggju og slóðbrótandi verkætlan, sum fer at betra trivnaðin hjá borgarunum í øllum aldri.

Sí framløgu av Húsinum millum Vatna.

Framløgan er frá almenna bygdaráðsfundinum 29.09.2023.