Rókur við góðum avriki á heimavølli
28. oktober 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Farna leygardag varð skipa fyri barnakapping í talvi í Eiðis skúla. Limirnir í talvfelagnum Róki høvdu ein góðan dag á heimavølli. Í yngra bólkinum endaði Rókur á 3. plássi, meðan tey eldru børnini gjørdu bart við at enda á 1. plássi.
Eiðis kommuna vil við hesum ynskja talvfelagnum hjartaliga tillukku við góða avrikinum.
Jónas Lützen vantar á myndini fyri eldru børnini.