Sáttmáli gjørdur um EB-húsini

Eiðis kommuna og Eiðis Bóltfelag skrivaðu í dag undir sáttmála. Við sáttmálanum avhendar bóltfelagið gamla EB-húsið til kommununa og afturfyri fær felagið nýtslurætt til nýggja EB-húsið vestanfyri høllina.


Eiðis kommnuna skrivaði 7. desember 2024 undir sáttmála um bygging av nýggjum felagshúsi til EB. Húsið verður ein tiltrongd dagføring av kørmunum kring virksemið hjá felagnum. Í húsunum vera m.a. skrivstovur, venjingarhøli, felagshøli og umstøður til klædnavask.

Sáttmálin millum partarnar tryggjar greið viðurskifti millum kommununa og EB um nýtsluna av húsinum.

Húsið verður ikki einans til fyrimuns til felagið, men fer eisini at lyfta høllina á eitt nýtt støði. Bøtt verður munandi um atkomuna til høllina – serliga hjá rørslutarnaðum. Tørvurin á einum goymslurúmi út frá hallargólvinum verður harumframt nøktaður, eins og rúm verður fyri øðrum felagsvirksemi á ovastu hæddini.

Nýggja EB-húsið verður ætlandi klárt at taka í nýtslu síðst í 2025. Staðbundna fyritøkan SpF Hammersmíð stendur fyri byggingini.

Myndasavn