Sjúkrarøktarfrøðingar til Heimatænastuna í VEKS


Søkt verður eftir:

·         2 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingum til Røktarheimið á Mørkini og útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni, at seta skjótast tilber.

·         1 kliniskum sjúkrarøktarfrøðingi (farloyvisstarv fram til 01.10.2023) til Heimið á Grønanesi og útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu, at seta skjótast tilber.

Talan er um nýggj og spennandi størv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti og demenssamskipara.

Starvsbrøkur eftir avtalu.

Størvini eru í dagvaktum, gerandisdagar.

Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:

·         At veita kliniska sjúkrarøkt (sárskift o.l)

·         Gera røktagongdir til bogarar

·         Miðla og fylgja upp á røktargongdir

·         Palliativa sjúkrarøkt

·         Vegleiða og undirvísa starvsfólkum

·         Hava samrøður við borgarar og avvarðandi

·         Vegleiða lesandi

Førleikar 

·         Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

·         Góðan telduførleika

·         Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn

·         Hevur góð evnir at samskifta

·         Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

·         Koyrikort til persónbil

Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða og menna teg innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo  

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59 
FO-350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 8. februar 2023 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

·         Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara, á tlf. 793251

·         Helfrid Kruse Poulsen, eindarleiðara, á tlf. 793259

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo