Skifti 2023: Setanarrøðan og Mistela
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Frá hóskvøldinum 16. november til sunnukvøldið 19. november er Kolshøll karmur um ”Skifti 2023”. Talan ert um eitt tiltak, ið varpar ljós á listaligu evnini hjá borgarum í Eiðis kommunu.
Skráin fyri tiltakið fevnir um ymisk tiltøk og reyði tráðurin er íblásturin, sum amerikanska listakvinnan, Elizabeth Taylor (1856-1932) hevði á lokal listafólk.
Ein framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttir, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð.
Annsy Høghamar, borgarstjóri, setti tiltakið. Hon byrjaði røðu sína við, at nevna Elizabeth Taylor, sum búði í Føroyum í tilsamans 10 ár og hevði stóra ávirkan á listaliga virksemi á Eiði.
Borgarstjórin helt fyri, at tey sum eru komin nakað upp í árini ikki eru ókend við hesa amerikonsku kvinnu, Miss Taylor, sum her norðuri varð rópt Mistela.
Annsy Høghamar nevndi eisini, at Eiðis bygd hevur fostra nógv listafólk og hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, at vísa síni listaligu evnið.
Annsy Høghamar, borgarstjóri, setti tiltakið
Eftir røðu borgarstjórans var ein frágreiðing um Elizabeth Taylor á skránni.
Elizabeth Taylor varð borin í heim í Columbus, Ohio og sleit sínar barnaskógvar í Saint Paul, í statinum Minnesota. Hon las list í New York og París.
Í 1880’árunum ferðaist hon nógv í norður Amerika og skrivaði hon um sínar upplivingar í amerikonskum vikubløðum. Hon ferðaist millum annað til MacKenzie ánna í Kanada, og eisini var hon í Alaska. Hugur hennara at ferðast var ómetaliga stórur, og í 1890 vitjar hon fleiri lond í Evropa.
Í tíðarskeiðnum 1895-1919 var hon fimm ferðir í Føroyum. Fyrstu fer hon var á Eiði búði hon heima hjá Niels Andreas Kruse og foreldrum hansara.
Listakvinnan úr Minnesota hevur helst sæð, at tað lá væl fyri hjá eiðismanninum at mála, tí hon valdi at læra hann tað, ið hon hevði lært á listaskúlunum.
Í 1914, meðan Mistela var á Eiði, brast fyrri heimsbardagi á. Hon var verandi á Eiði øll krígsárini, har hon helt til á kvistinum hjá Mallu og Oliver Øster. Hon fór av landinum í 1919.
Hon skrivaði um allar upplivingar sínar millum 1888 og 1919. Alt hetta tilfar varð savnað saman, og útgivið sum bók í 1997 undir heitinum The Far Islands and Other Cold Places (Tær fjaru oyggjarnar og onnur køld støð). Tað var rithøvundurin James Taylor Dunn, ið savnaði tilfarið saman og gav út. Dunn var skyldmaður Mistelu.
Tíðin á Eiði undir fyrra veraldarbardaga er viðgjørd í partinum Five Years In a Faroe Attic. (Fimm ár á einum føroyskum kvisti)
Við hesum er tiltakið “Skifti 2023: Mistela og hennara íblástur á Eiði” sett í gongd. Les alla røðu borgarstjórans her.