Søgur um tilflytarar – Úr Kvívík til Eiðis
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen
1. januar í ár búðu 789 fólk í Eiðis kommunu. Hetta er ein vøkstur á 2,9 prosent í mun til fólkatalið 1. januar 2021. Hetta er millum størsta vøkstur í øllum landinum. Í hesum sambandi fara vit at vitja nakrar tilflytarar til kommununa seinastu tíðina. Í hesi fyrstu greinini gongur leiðin oman á Brekkuveg.
Á Brekkuvegi standa eini hugnalig gomul hús, beint oman fyri gamla Sparikassan. Tað er regnvátt hendan dagin í mars. Eg verði blídliga boðin inn til hjúnini Olav og Sonju Schneider til eitt gott prát og við góðum kaffi afturvið. Tey bæði eru ávikavist 71 og 64 ára gomul.
Tey giftust í 1992 og hava búð ymsastaðni. Í 2020 gekk leiðin so til Eiðis. Svarið uppá spurningin, hvussu tey endaðu á Eiði, hevur eitt stutt svar.
– Vit sóu eini hús og keyptu tey!
Mest sum tilvild
Søgan er tó eitt sindur longri enn sum so. Frammanundan búðu tey í Kvívík og høvdu ongar ætlanir um at flyta úr bygdini. Tað var mest sum av tilvild, at tey endaðu á Eiði, greiða tey frá:
– Vit sóu eini hús í Kvívík, sum vóru perfekt til tvey fólk, men har kom ein ríkur reiðari og legði afturat prísinum sum honum lysti. So vit komu til ta niðurstøðu, at vit máttu gevast at bjóða.
Umframt hetta, funnu tey eini hús í Vestmanna, men vóru ov sein at keypa tey. Olav greiður frá:
– Eg hevði verið á heimasíðuni hjá Ogn og kanna møguleikarnar. Har vóru eini hús á Eiði, sum passaðu væl til okkum. Vit fóru norður og keyptu tey, men kundu akkurát tað sama endað í Vestmanna! sigur Olav við einum stórum smíli.
List og mentan hava stóran týdning
Samrøðan kemur nú inn á, hvussu ein gerandisdagur hjá teimum sær út. Tey bæði gera nógv listarligt og mentanarligt arbeiði. Fyri Sonju hevur føroyski dansurin stóran týdning og er farin við nógvari tíð. Hon skipar nevniliga fyri barnadansinum í bygdini. Hon sigur dansikvøldini vera besta upplivingin á Eiði higartil.
– Tað hevur ikki verið barnadansur her síðani 2017. Tí var eg eitt sindur óviss um, hvussu luttøkan fór at verða. Um tað so komu 10 børn, so fóru vit uppá gólv í ein tíma. Fyrsta kvøldið møttu átjan børn og tólv vaksin!
Olav hevur eisini gjørt nógv við føroyskan dans. Hann hevur verið nevndarlimur í Norðstreymoyar dansifelag. Olavi dámar væl at taka myndir. Hann undirvísti í myndatøku í kvøldskúlanum í Kvívík, og er maðurin handan permumyndina til hesa grein. Hann sigur seg dáma náttúruna kring Eiði sera væl.
Til stuttleika kann leggjast afturat, at Olav varð borðin í heim í Týsklandi í 1950. Pápi hansara var millum fyrstu týskarar í Føroyum.
Tey bæði hava fingist við bókaútgávu.
Kendu ongan á Eiði
Tað at flyta til Eiðis var upprunaliga ikki í tonkunum hjá Schneiderhjúnunum, tí tey hildu seg als onki samband hava til bygdina, men eftir eina serliga samrøðu fekk Sonja annað at vita.
– Tankin um at búsetast á Eiði var púra abstraktur, sigur Sonja meðan hon smílist. Eg tosaði við eitt systkinabarn um hetta, at flyta til eina bygd, har eg als onki samband hevði frammanundan og hvussu løgin kensla tað fór at vera. Hon segði mær beinanvegin, at á Eiði havi eg altso fult av trímenningum!
Sera væl móttikin
Meðan vit sita soleiðis til borðs, verður prátað um mangt og hvat. Millum annað nevna tey, at tey kenna seg sera væl móttikin her norðuri.
– Fólk eru avbera blíð og fleiri heilsa upp á meg, sjálvt um eg ikki kenni tey, og prátingarsom eru tey eisini, sigur Olav, sitandi beint yvir av mær og leggur afturat, at grannarnir eru altíð til reiðar at veita eina hjálpandi hond.
At enda fingu tey bæði høvi at bera eiðisfólkum eina heilsu. Tey takka fyri at vera so væl móttikin og leggja dent á kensluna av einum góðum og jaligum hugburði frá eiðisfólki.