Søkt verður eftir stuðulsfólki til forskúlan í Eiðis skúla

Søkt verður eftir stuðulsfólki til forskúlan í Eiðis skúla.

Arbeiðsuppgáva:

Í tøttum samstarvi við lærarar, námsfrøðing, leiðslu og foreldur arbeiða sum stuðul hjá næmingi í Alduni.

Arbeiðstíð:

20 tímar um vikuna skúlaárið 2021/2022.

Endamál:

Endamálið er at skapa næminginum ein greiðan, fjølbroyttan og skipaðan dag í Alduni.

Førleikakrøv:

Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur viðkomandi arbeiðsroyndir.

Løn:

Starvið verður lønt sum hjálparfólk sambært sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum á stigi 2-8.

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu verða fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. apríl kl.12.00. Kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo ella til Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði
Meira kann fáast at vita um starvið frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470




Eiðis skúli
Kolsvegur 8
470 Eiði
Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo