
Spennandi hugnadagur í Eiðis kommunu
Leygardagin 15. februar skipar Eiðis kommuna, saman við øllum ítróttarfeløgum og øðrum í kommununi, fyri einum spennandi og stuttligum hugnadegi í ítróttahøllini. Ítróttarfeløgini vísa fram sítt virksemi og børn og vaksin sleppa at luttaka í hesum. Komið og royni tykkum í fótbólti, hondbólti, dart, talvi og rógving.
Á skránni verður eisini postarenning, tónleikur, ymisk spøl, skemt, og dansifelagið á Látrinum skipar fyri føroyskum (barna) dansi. Umframt hetta verður kaffi og køka at fáa.
Eftir tiltakið verður felagsdøgurði í ítróttarhøllini, har undirhald og kappingar av ymsum slag eisini verða á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hendan hugnaliga og skemtiliga dag. Kunning um skránna fyri tiltakið kemur seinni.