Tekniskur leiðari til Eiðis kommunu

Eiðis kommuna søkir eftir tekniskum leiðara at byrja 1. oktober ella skjótast gjørligt eftir tað.

Starvið:

Eiðis kommuna hevur staðið í vøkstri seinastu árini. Endamálið er at halda á við hesari menning, samstundis sum borgarar og vinnulív fáa eina góða og skynsama tænastu.

Tekniski leiðarin kemur at ráðgeva tí politisku skipanini, samstundis sum hann kemur at hava ábyrgd av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær á tekniska økinum.

Høvuðsuppgávur:

Høvuðsuppgávurnar hjá tekniska leiðaranum verða:

·         Veita borgarum og vinnulívinum eina góða og skynsama tænastu.

·         Veita politisku skipanini fakliga ráðgeving.

·         Málsviðgera og fyrireika teknisk mál.

·         Tryggja at tær samtyktir sum bygdaráðið samtykir verða framdar.

·         Skipa tað tekniska økið.

Førleikar:

·         Útbúgving sum byggifrøðingur ella annað samsvarandi útbúgvingarstøði.

·         Hava kunnleika til BK17.

·         Dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga.

·         Tolir at arbeiða undir trýsti.

·         Dugir og torir at raðfesta og taka avgerðir.

·         Hevur ein tænastusinnaðan hugburð.

Setanar- og lønarviðurskifti:

Starvið er fulltíðarstarv og verður lønt sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til borgarstjóran, Rógva Egilstoft á tlf: 740400 ella teldupost: re@eidi.fo

Umsókn við avritum av møguligum prógvum og ummælum, skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjdagin 23. september 2022.

Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at taka.

Eiðis kommuna

Brekkuvegur 37, 470 Eiði

Tlf: 200400

eidi.fo