Tríggjar nýggjar fyritøkur stovnsettar á Eiði

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

Hársmiðjan

Rebekka Trúgvadóttir Kallsoy er útlærd hárfríðkanarkvinna. Hesa útbúgving vann hon sær í 2019 og hevur seinastu árini arbeitt á hárfríðkanarstovu í Danmark og her heima.

Nú hevur hon sett á stovn egna hárfríðkanarstovu á Eiði, ið nevnist Hársmiðjan. Á almennu facebook síðuni, sigur hon hetta vera ein lívlangan dreym og gleður hon seg til, at taka ímóti fyrstu kundunum. Tað var mándagin 3. mai, at dyrnar til Hársmiðjuna lótu upp.

 

Kruse Lie

Nils Kruse Lie er virkin sum nýgerðarurtagarðsmaður. Uppgávurnar hjá einum nýgerðarurtagarðsmanni fevna um nógv ymiskt arbeiði. Frá garðsarbeiði, til uppsetan av hegni og trappum. Nils hevur áður starvast sum nýgerðarurtagarðsmaður hjá smápartafelagnum Hjálpirót, har hann vann sær nógvar royndir innan hetta yrkið.

El-Veit

Á Gerðisvegi heldur triðja nýstovnaða fyritøkan á Eiði til. Talan er um elinnleggjara fyritøkuna “El-veit”. Tað er Kristjan Madsen sum stendur fyri.
Kristjan Madsen hevur drúgvar royndir sum elinleggjari. Hann hevur áður starvast í Danmark.

Eiðis kommuna vil við hesum ynskja øllum trimum til lukku við fyritøkunum og bestu eydnu framyvir.