VEKS: Fyribyrgjandi venjingar 2023/2024
Nú byrja fyribyrgjandi venjingarnar fyri borgarar 67+ aftur.
Venjingarnar í vetur verða undir leiðslu av NB Fysioterapi, og verða á hesum støðum:
Streymnes:
Burn venjingarmiðstøðin við Margáir
Mánadag og hósdag, kl. 10:30 – 12:00
Byrjað verður mánadagin 5. september 2022.
Tilmelding fer fram á staðnum.
Vestmanna:
Burn venjingarmiðstøðin í kappróðrarneystinum
Týsdag og fríggjadag, kl. 10:30 – 12:00
Byrjað verður týsdagin 6. september 2022.
Tilmelding fer fram á staðnum.
Kostnaður og gjaldstreytir
Borgarin rindar til Burn Fitness:
kr. 199 pr. mánað (limagjald), um borgari teknar eina sjálvvirkandi gjalding.
kr. 249 pr. mánað, um borgari rindar við reiðum peningi.
kr. 199 Stovningargjald (eingangsgjald)
Avtala um gjald verður gjørd í samband við fyrstu venjing.
Limir í Burn Fitness hava atgongd til venjingarhølini allar dagar í árinum, venjingarhølini eru opin.
Flutningur
Ætlanin er at skipa flutning til og frá venjing. Tekning til flutning skal gerast við at siga frá á telefon 424525, (og síðan trýsta á 1) og uppgeva navn og bústað. Eisini kann fráboðan um flutning sendast til veks@veks.fo.