Heiðursgáva til úrmæling
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Fyrr í dag kom grein út um Tom Joensen, sum hevur røkt starvið sum fyrstilærari í Eiðis skúla í 20 ár. Hátíðarhald var í hesum sambandi í miðhøll skúlans. Í hesi grein viðgera vit seinna partin av hátíðarhaldinum, tá Tórur Fløtt varð fagnaður fyri sítt søguliga silvurheiðursmerki til Norðurlandameistara kappingina í august mánaði.
Tað er ikki á hvørjum degi, at eiðismenn gera um seg á altjóða ítróttapallinum. Tó er eitt greitt undantak nú komi undan kavi. Talan er um skjúttan Tór Fløtt, sum 3. august vann silvurheiðursmerki í Norðurlandakappingini í OL skeet greinini. Hetta er fyrstu ferð, at nakar føroyingur vinnur heiðursmerki til Norðurlandakapping.
Høvuðspersónarnir til dagsins hátíðarhald avmyndaðir saman við borgarstjóranum.
Lógvabrestirnir ljómaðu, tá Tórur Fløtt trein innum gáttina í skúlanum. Saman við Annsy Høghamar, borgarstjóra, stillaði hann seg frammanfyri spentu næmingunum. Spurd um tey kendu hendan fryntliga mannin var eingin ivi. Hann er skjútti, og tað dugir hann avbera væl.
Rennidagur var í skúlanum í dag. Her skjýtur Tórur startskotið.
Áðrenn handanina av blómutyssinum, fingu børnini høvi at síggja, og halda byrsuni hjá Tóra. Vóru tey spent áðrenn, so vóru tey ikki minni spent tá byrsan var millum teirra. Sigast má, at tey vóru sum sild ì tunnu. Tá børnini vóru sissaði aftur, fekk Tórur handa blómutyssi, og borgarstjórin ynskti honum tillukku við søguliga úrslitinum.
Eiðis kommuna vil við hesum ynskja Tóri hjartaliga tillukku.
Umframt hendan heiðurin vann Tórur Fløtt eisini bronsu á Oyggjaleikum í 2023, saman við bróðuri sínum Jóhann, og silvur sum einstaklingur.
Les meir um Oyggjaleikabragdið her.